Føroyski sangarin og tónaskaldið Teitur Lassen er í hesum døgum í Buenos Aires og tekur upp tónleik til eina fløgu við føroyskum sangum.
Í gjár legði Teitur út ein film á Youtube frá ferð síni av Velbastað til Buenos Aires.
Í filminum greiðir hann frá, at hann fer við skjáttuni fullum av sangum, men hvat slag av útgávu tað verður, ber ikki til at siga enn.
Hann greiðir frá, at hann fyrr hevur vitjað í Buenos Aires í nakrar vikur, tað var tá hann og konan júst høvdu fingið barn. Tá vitjaði hann Mawi Road upptøkuhølið, og hevur síðan havt eitt ynski um at koma aftur fyri at taka tónleik upp.
Í filminum hoyrist ein av sangunum, sum hann spælir saman við Lucio Mantel á guittara, Axel Krygier á ymsum ljóðførum, Manuel Schaller á theremin (eitt serlige elektroniskt ljóðføri, ið gevur ljóð frá sær við at halda hondunum nærhendis tveimum antennum) og Nicolas Rainone á bassi.
Tá Teitur Lassen helt konsert í Auluni í Finsen í Havn fyri tveimum vikum síðani greiddi hann frá, at næsta verkætlan hansara verður at taka upp eina fløgu við føroyskum sangum, og hann gav tá áhoyrarunum eitt dømi um ein av nýggju sangunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald