Teitur Juliansson Skoubo er vinnari av Paradise Hotel 2019. Tað er greitt eftir, at síðsti partur varð vístur í sjónvarpinum í kvøld.
Teitur og Anne vóru tey best umtóktu í dómsnevndini, og fingu fýra atkvøður meðan hitt parið í finaluni fekk tríggjar. Sostatt var greitt, at havnardrongurin gjørdist fyrsti føroyingur sum vinnur Paradise Hotel.
Síðani varð farið til annað umfar av finaluni, sonevnda álitisroyndin, har annar finalisturin hevur møguleikan at snýta alt og øll og strúka avstað við øllum, meðan hin stendur eftir við ongum.
Og tað var júst tað Teitur Skoubo gjørdi. Hann var snildur, og slepti kúluni á 300.000 krónum, áðrenn Anne Plejdrup fekk møuleika at gera tað.
Anne ergraði seg, tí hon ætlaði sær at snýta Teit, sum bara var fyrr.
- Eg havi elskað alt uppihaldið á Paradise Hotel. Tað hevur verið so sjúkt, og at enda við at vinna alt, ger tað bara nógv betri, segði ein glaður Teitur Skoubo í sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald