Teitur hevur havt fleiri útgávukonsetir kring landið í oktober og november, og áhugin fyri at hoyra hann er framvegis stórur.
Atgongumerkini til konsertina í Spaniastovu klokkan 22 á styttsta degi gingu sum heitt breyð, og tí varð neyðugt at seta upp eina eykakonsert.
Atgongumerkini kunnu m.a. keypast á ww.atgongumerki.fo.
Í samrøðu, sum Røddin hevði við Teitur í samband við nýggju útgávuna "I Want To Be Kind "segði hann: "Eg geri bara sangir og vóni, at teir finna sín veg til áhoyraran".
Síðani Teitur kom heim aftaná konsertferð í USA, Týsklandi og Danmark við nýggju útgávuni “I want to be kind”, hevur hann vitjað hesi spælistøð Føroyum: Tøting, Maggie’s, Bygdahúsinum í Kunoy, Listastovuni, Babarr, Kirkjuni á Tvøroyra, og Løkshøll.
Fólk hava tikið væl í móti tónleikinum á nýggju fløguni.
Seinastu konsertirnar undan jólum verður høvi at hoyra Teitur í Spaniastovu. Umframt nýggja tónleikin, kann áhoyrarin vænta at hoyra eitt gott úrval av tónleiki frá eitt nú “Poetry and Aeroplanes”, “Káta Horni” og “Story Music”, og eisini nakrar jólaligar tónar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald