2024-11-24 08:30

Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um stormskaðar seinastu tímarnar.
Fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, men umleið ein triðingur er komin úr Sandavági, sigur løgreglan.
Í Sandavági er ein tekja rivin, og takplátur fúka í vindinum.
Tí heitir løgreglan á íbúgvar í Sandavági, serliga í økinum norðast á Steigarbrekku, um at halda seg innandura í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald