Innanlands

Tekjan á Christianskirkjuni skal umvælast

Standurin er so mikið ringur, at okkurt skal gerast sum skjótast. Tað kann fara at kosta umleið 40 milliónir krónur, og harvið er avgerð tikin um at hækka kirkjuskattinskattin við 0,3 prosentum

- Eftir at hava fingið eina støðulýsing av tekjuni frá Nidaros Domkirkes Restaureringsarbeider, hava vit fingið staðfest, at tekjan er í sera ringum standi. Tað hava í longri tíð verið fleiri lekar, og eru steinarnir illa farnir, skrivar formaðurin í kirkjuráðnum í fráboðan

- Eftir at hava fingið eina støðulýsing av tekjuni frá Nidaros Domkirkes Restaureringsarbeider, hava vit fingið staðfest, at tekjan er í sera ringum standi. Tað hava í longri tíð verið fleiri lekar, og eru steinarnir illa farnir, skrivar formaðurin í kirkjuráðnum í fráboðan

2022-01-12 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gevur eina eyka inntøku á í alt seks milliónir at hækka kirkjuskattin í Norðoya Vestara Prestagjaldi úr 0,6 prosentum til 0,9 prosent fyri næstu trý árini.

Hetta hevur kirkjuráðið valt at gjørt, og tað kemst av tí orsøk, at støðan viðvíkjandi takinum á Christianskirkjuni er bráfeingis: 

- Eftir at hava fingið eina støðulýsing av tekjuni frá Nidaros Domkirkes Restaureringsarbeider, hava vit fingið staðfest, at tekjan er í sera ringum standi. Tað hava í longri tíð verið fleiri lekar, og eru steinarnir illa farnir. Standurin er so mikið ringur, at her má okkurt gerast sum skjótast. Vit eru tí farin undir eina tilgongd, har ið vit skulu finna útav hvussu vit skulu loysa hetta.

Ein partur av loysnini er at fáa meira kirkjuskatt inn, men tað er langt frá at røkka á mál við væntaða kostnaðinum. Árni Brandsson Petersen, ið varð valdur til kirkjuráðsformann fyrr í vetur, ger í skrivi á Facebook-síðuni hjá Cristianskirkjuni greitt, at neyðugt er við umvæling skjótt, og at tað at hækka kirkjuskattin nakað er eitt stig á leiðini. Líknandi arbeiði gjørt í Norra fyri umlleið 40 milliónir krónur.

Hækkingin kom í gildi fyri ellivu døgum síðani, 1. januar 2022 og er galdandi fyri 2023 og 2024. Kirkjuráðsformaðurin greiðir í skrivinum, og víðari í samrøðu við Kringvarpið, frá, at ætlað varð at geva boðini í kirkjuni, men nú kirkjugongd ikki er í løtuni, og endaliga váttanin ikki kom ígjøgnum Próstadómsráðið fyrrenn í síðstu viku.

- Enn hyggja vit eftir, hvussu vit kunnu fáa fígging til hetta, og eru í samráð við próstadómsráðið.Tit koma at frætta meir, sum tíðin gongur og arbeiðið nærkast




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder