Innanlands

Tekjan á fimleikahøllini á Viðareiði farin í vindinum

Øll tekjan er leys, og áleið helmingurin hongur við endan

Roynt verður at fáa bilbukt við endan (Mynd: Pól Sundskarð)

Roynt verður at fáa bilbukt við endan (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-01-08 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin fekk Hans Jákup Hvidbro, umsjónarmaður í skúlanum og fimleikahøllini á Viðareiði, uppringing frá fólki, ið høvdu hoyrt okkurt ljóð úr fimleikhøllini.

Hans Jákup Hvidbro segði í døgurðatíðindinum, at hann og hini á staðnum í fyrstu syftu ikki hildu, at tað sá út til at vera nakað av vási, men so sást at at øll vestara síða av takinum, niðri frá takrennuni og heilt upp -  var loysna. Talan er um eini tríggjar metrar.

[object Object]
Fimleikahøllin er partur av skúlanum (Mynd: Pól Sundskarð)

Tað var ov nógvur vindur og manglandi útgerð, ið gjørdi, at tað ikki var møguligt at koma at fáa spent okkurt um. So var bara at bíða, og skjótt fór takið.

Umsjónarmaðurin filmaði, meðan takið fór av. Sí upptøkuna á heimasíðuni hjá Kringvarpinum

Øll tekjan á fimleikahøllini á Viðareiði er farin av, har hon eigur at verða, men  stórur partur, áleið helvtin, hongur leys heilt uppi frá og niður ímóti jørðini. Tað er sambært umsjónarmanninum ov nógvur vindur og ov troført at handfara í løtuni, til at fáa fatur á hesum partinum, fáa bilbukt við hann og fáa hann burtur. Eisini er nakað av kava, ið órógvar. 

Hans Jákup Hvidbro heitir á fólk um ikki at koma ov nær. Meira hjálp kemur til seinni, og vónað verður, at vindurin makar so mikið, at bilbukt fæst við tann partin av tekinum, ið so at siga hongur upp og niður í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder