Nógv fólk kring heimin hava í gjár og í dag havt trupulleikar við at koma á væl umtóktu nettænasturnar Facebook og Instragram.
- Vit eru greið yvir, at einstakir brúkarar hava trupulleikar við atgongdini til fleiri av okkara appum, skrivar Facebook á eini fráboðan á Twitter, har tey eisini lova, at arbeitt verður við at loysa trupulleikarnar.
Orsøkin til teknisku trupulleikarnar er ikki kend, men á sosialu miðlunum verður dúgliga gitt um, hvat orøkin man vera.
Men Facebook vísir aftur, at talan skal vera um eitt álop frá teldusníkum:
We’re aware that some people are currently having trouble accessing the Facebook family of apps. We’re working to resolve the issue as soon as possible.
— Facebook (@facebook) 13. marts 2019
DdoS merkir ”distributed denial-of-service attack”, og er ein máti hjá teldusníkum at forða fyri, at ein tænasta á netinum kann virka sum hon skal. Netsíðan ”Downdetector” ansar eftir hvussu nógvar fráboðanir um trupulleikar koma inn, og her vísir tað seg, at trupulleikarnir serliga raka brúkarar av appunum Messenger, Whatsapp og Instagram í pørvum av Evropa og USA, skrivar nrk.no.
BBC skrivar, at trupulleikarnir hjá Facebook eru teir størstu í søguni hjá tænastuni. Ikki síðan 2008 hevur tænastan verið so órógvað, og tá vóru bert 150 milliónir brúkarar afturímóti 2,3 milliardum í dag.
Trupulleikarnir á Facebook og Instagram hava skapt økta ferðslu á Twitter, og nógv skemt stendst eisini av hesum:
Facebook and instagram users be like:#FacebookDown #Instagramdown pic.twitter.com/eK5UPCERSh
— KezComedy (@ComedyKez) 13. marts 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald