Innanlands

Teknmæltir borgarar við sviðusoð

Deyvafelagið harmast um, at bara tveir tímar av valsendingini hjá Kringvarpinum verða tulkaðir. Teknmæltir borgarar mugu bara gita sær til, hvat verður sagt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-09 23:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teknmæltir borgarar mugu eftir klokkan 21 í annaðkvøld bara gita sær til, hvat verður sagt í valsendingini hjá Kringvarpinum. Deyvafelag Føroya hevur í dag fingið at viita, at sendingin ikki verður tulktað eftir klokkan 21.

Í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, svarar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, annars at hann hevði tryggjað sær at sendingin sjálvt valkvøldið fór at verða tulkað beinleiðis.

Soleiðis verður altso ikki, staðfestir Deyvafelagið.

Orsøkin er sum skilst, at ov fáir tulkar eru í starvi í Teknmálstulkatænastuni.

- Rætt er tað, at alt ov fáir tulkar eru í starvi í Teknmálstulkatænastuni. Tó mugu vit í Deyvafelag Føroya gera vart við, at vit tann 20. oktober mintu ábyrgdarfólk í Kringvarpinum á, at fáa sendingina valkvøldið teknmálstulkað. Hetta hevur stovnurin skyldu til sambært galdandi public service sáttmála, og tey hava stóra fígging til endamálið, skrivar Deyvafelagið í fráboðan.

- Kringvarpið vendi sær til Deyvafelagið seint seinnapartin 9. novembur, og segði frá, at ikki øll vælsendingin bleiv tulkað. Vit vendi okkum til tulkar bæði úti og heima, men  tíverri var skotbráðið ov stutt, og tað eydnaðist ikki at skaffa tulk til restina av kvøldinum, sigur Deyvafelagið.

- Teknmæltir borgarar eru við sviðusoð, tá talan er um at fáa nýggj tíðindi og kunning. Sum er, verður ongin tíðindasending - uttan koronatíðindafundir frá landsstýrinum – varpað beinleiðis. Dagur og Viku sendingar eru tíverri fleiri dagar gamlar áðrenn tær vera tulkaðar og stroymdar.  

- Vit mugu vóna at tíðindi um kommunuvalið verður varpað á teknmáli, áðrenn løgtingsval verður útskrivað næstu ferð, vónar Deyvafelagið.

Valsendingin í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum byrjar klokkan 19, og heldur sambært skránni fram til nakað eftir midnátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder