Mentan

Tekstirnir eftir Halgir Winther Poulsen verða lagdir fram í morgin

"Orð um ymiskt" verður løgd fram í Gamla Bókhandli

2018-11-29 15:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 30. november verður framløga í íbúðini í Gamla Bókahandli av bókini Orð um ymiskt, sum er savn við tekstum eftir Halgir Winther Poulsen.

Umframt sítt fjølbroytta virki sum sakførari hevur Halgir skrivað rættiliga nógvar tekstir um ymisk samfelagslig evni, og nú hann fylti 80 tann 29. september í ár, hava børnini tikið stig til at savna nakrar av hesum tekstum fyri at geva teir út.

Savnið fevnir um tekstir um ymisk samfelagslig evni: menniskjarættindi, undirgrund, landbúnað og annað, sum Halgir hevur fingist við og skrivað um. Harumframt er formæli eftir Bárð Larsen, adjunkti og útbúgvingarleiðara í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Á bókaframløguni sigur Bárður Larsen nøkur orð um tekstirnar í bókini, umframt at Lea Kampmann spælir og syngur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder