Uttanlands

Tekur eitt samdøgur áðrenn flogferðslan er komin á pláss aftur

Yvir 380.000 fólk vórðu rakt av verkfallinum hjá SAS

SAS-stjórin Rickard Gustavsson á tíðindafundi í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

SAS-stjórin Rickard Gustavsson á tíðindafundi í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-05-03 07:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið komu flogskipararnir, sum síðani síðsta fríggjadag hava verið í verkfalli og skandinaviska flogfelagið SAS ásamt um ein nýggjan trý ára sáttmála, sum gevur flogskiparunum starvstrygd og ein samlaðan lønarvøkstur á 11 prosent.

Tað merkir, at SAS flogførini nú eru farin á flog aftur, og flogfarið til Føroyar er, sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn sett at koma í Vágar kl. 12.15 í dag og fara avstað aftur kl. 13.05.

Men tað tekur okkurt um eitt samdøgur áðrenn flogferðslan er komin í rættlag aftur, upplýsti SAS í gjárkvøldið.

Tilsamans 1409 flogskiparar hava verið í verkfalli. Talan er um flogskipar í danska felagnum Dansk Pilotforening, norsku feløgunum Norsk Flygerforbund og Parat og svenska felagnum Svensk Pilotföening. Avtalan, sum varð undirskrivað í gjárkvøldið skal til atkvøðugreiðslu hjá limunum í trimum av hesum feløgunum áðrenn sigast kann, at ósemjan er avgreidd.

Umleið 4.000 flogferðir hava verið avlýstar hesar dagarnar, verkfallið hevur vart, og tað hevur rakt yvir 380.000 ferðafólk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder