Uttanlands

Tekur fleiri mánaðir at kanna hví tað hendi

Eitt bingjuskip hjá Mærsk misti 40 bingjur út fyri Norðurjylland. Nú bíðar eitt stórt uppruddingararbeiði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-25 20:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herfyri misti skipið Mayview Mærsk 40 bingjur fyri borð út fyri vesturstrondina í Norðurjyllandi. Hetta var meðan ódnin Pia herjaði í Danmark.

Men tað ganga fleiri mánaðir áðrenn svar fæst uppá hví, hvussu og hvar tað hendi.

Tað sigur Øssur Jarleivson Hilduberg frá skaðanevndini við Ritzau.

Slíkt tekur vanliga nakrar mánaðir. Tað er alt eftir hvørjum øðrum vit eru upptikin við, sigur hann.

[object Object](Mynd: EPA)

Skaðanevndin er longu í gongd við at savna upplýsingar frá skipum, veðri og myndugeikum. Hetta arbeiðið heldur fram í ein mánað ella so, og síðani fer greiningin í gongd.

[object Object]Mayview Mærsk

Royna at fáa bingjurnar upp aftur
40 bingjur fóru fyri borð hendan dagin, og fýra teirra eru longu skolaðar upp á vesturstrondina. Mærsk sigur sambært dr.dk, at tey hava sent eitt skip út sum kann taka bingjur upp, um tær altso verða funnar.

Og tað bíðar eitt stórt uppruddingararbeiði á landi. Á strondini flýtur við skógvum, køliskápum, sproytinálum, plastikkhjólum og plastikkblómum.

Stóra binjuskipið Mayview Mærck tekur annars 18.270 bingjur, men tað er ikki upplýst hvussu nógvar vóru umborð hendan túrin.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder