Innanlands

Tekur fýra til fimm ár at fáa radaran upp á pláss

Útlendsk herfólk verða ikki knýtt at radaranum í Føroyum

Jenis av Rana og Morten Bødskov skrivaðu undir avtaluna í Tinganesi í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana og Morten Bødskov skrivaðu undir avtaluna í Tinganesi í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-09 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast avtala í dag varð undirskrivað millum Føroyar og Danmark um uppseting av radara á Sornfelli, so merkir tað ikki, at sonevnda GIUK-gapið, sum radarin skal fylla, kemur at virka í bræði.

Tað fer helst at taka fýra til fimm ár til radarin koyrir, upplýsti danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, á tíðindafundi í Tinganesi fyri løtu síðani.

Talan verður ikki um at skipa eina støð við føstum hernaðarligum starvsfólkum at handfara radaran.

- Hernaðarligi parturin av hesum radaranum verður ikki staðsettur í Føroyum. Hesin parturin verður fjarstýrdur, greiddi Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum frá á tíðindafundinum í dag.

Tað, sum nú hendir er, at føroysk og donsk embætisfólk fara at seta seg niður til at fyrireika arbeiðið við at seta eftirlitsradaran upp í Føroyum.

Semjan sæst her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder