2021-12-17 12:50

Tingfundurin sum skuldi byrja klokkan 10 í morgun, er enn ikki byrjaður. Orsøkin er nógvu broytingaruppskotini í sambandi við triðju viðgerð av fíggjarlógini.
Erhard Joensen, fíggjarnevndarformaður, segði við útvarpið á middegi, at tað vóru miollum 30 og 40 broytingaruppskot løgd fram, og tey skuldu øll gjøgnumgangast og gerast klár av umsitingini hjá Løgtinginum.
Hetta tekur tíð, og sostatt bendir nógv á at viðgerðin gerst drúgv í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald