2019-09-09 17:12
Ein 27 ára gamal varð í gjár í grundlógaravhoyring ákærdur fyri neyðtøkuroynd sunnunáttina. Maðurin noktaði seg sekan.
Ákærin vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur men verjin hjá manninum metti ikki, at grundarlag var fyri varðhaldsfongsling. Sambært Kringvarpinum gjørdi dómarin av, at varðhaldsfongsla mannin til 3. oktober.
Maðurin og verji hansara bóðu um umhugsingartíð. Men í dag sigur verjin hjá manninum við útvarpið, at hann tekur við varðhaldsfongslingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald