Innanlands

Teldur til næmingar í Vágs Skúla

Fyri at tryggja, at allir næmingar hava skúla-amboð, sum eru javnt góð, hevur kommunan í samráð við skúlan gjørt av at keypa teldur til allar næmingar frá 4. til 10. flokk, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-11-04 09:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Allir skúlanæmingar í Vágs Skúla frá 4. til 10. flokk hava nú fingið teldur frá Vágs Skúla, og er hetta liður í framhaldandi menning av tilboðnum til skúlanæmingar í Vágs Skúla.

Teldur eru eitt týðandi arbeiðsamboð í nútíðarsamfelagnum og er eisini vorðin eitt týðandi amboð í fólkaskúlanum. Og fyri at tryggja, at allir næmingar hava skúla-amboð, sum eru javnt góð, hava vit í samráð við skúlan gjørt av at keypa teldur til allar næmingar frá 4. til 10. Flokk, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu

Ein týðandi liður í at børn og ung hava ein góða uppvøkstur er, at tey trívast og hava tað gott í skúlanum. Og vit hava saman við skúlaleiðsluni arbeitt miðvíst við at menna tilboðini til skúlanæmingar í Vági, og játtan til keyp av teldum til næmingarnar er ein liður í hesum, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.

Næmingarnir hava fingið útflýggja teldurnar og hava goldið eitt depositum fyri teldurnar, sum næmingarnir fáa aftur, tá teldan verður latin inn aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder