Um vikuskiftið høvdu teldusníkar brotið inn á Twitter-vangan hjá indiska forsætisráðharranum, Narendra Modi.
71 ára gamli Modi, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2014, hevur yvir 73 milliónir fylgjarar, og tað gekk skjótt hjá honum at fáa Twitter-vangan aftur.
Skrivstovan hjá forsætisráðharranum skrivar, at fólk eiga at síggja burtur frá dagføringum, sum eru deildar í hesum stutta tíðarskeiðnum.
M.a. løgdu teldusníkarnir eini boð út um, at indiska stjórnin hevði keypt 500 bitcoin, og at hesi fóru at verða býtt út millum allar íbúgvar í India.
Sambært Ritzau svarar 500 bitcoin til góðar 162 milliónir krónur, og hevði sostatt ikki verið nógv í part til tey gott 1,4 milliardirnar, sum búgva í landinum.
Boðini frá teldusníkunum eru nú strikað.
Í India fyrireika myndugleikarnir seg til at viðgera eina lóg, sum slær hart niður á økta handilin við kryptogjaldoyra. Indiski forsætisráðharrin hevur eisini áður verið úti og sagt, at kryptogjaldoyrað oyðileggur ungdómin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald