Danski tjóðbankin hevur í gjár og í dag verið undir álopi av teldusníkum. Hetta merkir, at flestu brúkarar ikki fáa atgongd til heimasíðuna.
Samstundis eru heimasíðurnar hjá eini røð av øðrum donskum bankum eisini raktar av telduálopum. Hetta er galdandi fyri Sydbank, Skjern Bank, Ringkjøbing Landbobank, Sparekassen Sjælland-Fyn, Djurslands Bank og Kreditbanken
Talan er um eitt sokallað DdoS-álop, sum merkir at heimasíðan verður ‘álopin’ av so nógvum brúkarum í senn, at hon ikki klárar trýstið.
Álopið hevur tó ikki rakt høvuðsdátukervið hjá tjóðarbankanum og harvið heldur ikki dagliga raksturin, sum er avgerandi fyri fíggjarliga undirstøðukervið í Danmark, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald