Leygardagin 7. september gjørdu teldusníkar seg inn á heimasíðuna hjá Reyða Krossi Føroya, og hetta hevði við sær, at hon ikki riggaði.
Løgreglan fekk beinanvegin fráboðan um málið, og arbeiddu serfrøðingar í áleið eina viku við at loysa hetta.
Heimasíðan riggar nú aftur sum vant. Síðan álopið varð framt, er trygdin á heimasíðuni nógv herd til tess at forða fyri, at slíkt hendir aftur, sigur felagsskapurin í tíðindaskrivi.
Sambært Reyða Krossi er tað hugsandi, at álopið hevði samband við landsinnsavningina. Av tí at kontonummur og aðrir innsavningarmøguleikar eru at síggja á heimasíðuni, er sannlíkt, at álopið hevur forðað fólki í at lata gávur umvegis heimasíðuna. Men einki bendir á, at pengar vórðu stolnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald