Innanlands

Teldusníkar royna aftur at lumpa pening frá føroyskum fyritøkum

Fleiri stovnar og fyritøkur hava seinasta døgnið fingið teldubræv, har roynt verður at fáa tey at flyta pening til eina ókenda konto

2019-09-10 12:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hava teldusníkar aftur sett sjóneykuna á Føroyar, og hava teir sent teldupostar til fleiri ymiskar fyritøkur og stovnar í Føroyum.

Tað skrivar heimasíðan hjá KT-Trygd.

Talan er um eitt sonevnt BEC-álop. BEC stendur fyri "Business Email Compromise", og er ein roynd hjá teldusníkum at fáa bókhaldarar í einari fyritøku at flyta pening til ein eina bankakonto, sum teldusníkarnir hava ræði á. Hetta gera teir við at geva seg út fyri at verða ein leiðari á fyritøkuni við at undirskriva teldupostin við navninum á t.d. stjóranum.

Teldupostadressan, ið er nýtt til at senda teldupostin er "ceomail342(at)naver.com", og evni og teksturin í teldupostinum er tað sama í øllum teldupostunum. Tað einasta, sum verður broytt, er navnið á sendaranum. Í hvørjum føri hava teldusníkarnir broytt navnið til at verða navnið hjá stjóranum á fyritøkuni/stovninum.

[object Object]

Í teldupostinum eru eingir kontoupplýsingar at flyta pening til. Orsøkin er, at hesin telduposturin bert er fyrsta stig í álopinum. Megna teldusníkar at fáa eitt samskifti í gongd, senda teir seinni kontoupplýsingar og ta upphæddina, sum teir ynskja at fáa flutt.

Um ein hevur móttikið ein slíkan teldupost, verður mælt til at strika hann og lata vera við at svara. Harafturat hevur kt-veitarin, sum varðar av teldupostskipanini møguleika at blokera fyri teldupostum frá "ceomail342(at)naver.com).

Hevur ein verið so óheppin, at ein longu hevur flutt pening til onkra bankakonto, er umráðandi at seta seg í samband við bankan umgangandi fyri at fáa steðgað flytingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder