Í farnu viku kom fram í amerikonskum miðlum, at kinesiskir teldusníkar høvdu lopið á skipanirnar hjá fleiri amerikonskum telefyritøkum, og at teir møguliga høvdu fingið atgongd til dátur frá telefonunum hjá amerikonskum poltikarum.
Keldur upplýsa nú fyri Washington Post, at teldusníkarnir hava fingið atgongd til ljóð frá telefonramrøðum hjá persónum í politisku skipanini. Harímillum ráðgevar hjá republikanska forsetavalevninum Donald Trump.
Les eisini: Hava møguliga fingið atgongd til telefonirnar hjá Trump og Vance
Teldusníkarnir hava savnað inn ljóð frá fleiri telefonsamrøðum sum liður í umfatandi njósningararbeiði, sum byrjaði fyri fleiri mánaðum síðani. Teir hava eisini fingið fatur á sms-boðum hjá Trump-ráðgevanum.
Amerikanskir myndugleikar royna at kanna, hvussu nógvar upplýsingar teldusníkarnir hava fingið fatur á.
Umboð fyri valstríðið hjá demokratiska forsetavalevninum, Kamala Harris hava eisini verið mál hjá teldusníkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald