Sum nevnt í aðrari grein í morgun, var ferðslupatruljan hjá løgregluni í norðurøkinum mikudagin. Hetta hevði millum annað nakrar bøtur og klipp við sær.
Tvey mál úr ferðsluni, sum ikki snúðu seg um ferð, vóru eisini í døgnrapportini hjá løgregluni. Bæði fóru fram í Eysturkommunu.
Tað fyrra fór fram í Gøtu, har ein bilførari varð sektaður fyri at halda í telefonini, meðan koyrt varð. Hetta kostaði klipp í koyrikortið, umframt bót.
Einki sektarmál var í Leirvíkstunnlinum í gjár - men ein steinur á vegnum var til ampa. So mikið nógv, at bilførarar ringdu til løgregluna.
Landsverk kom á staðið og tók steinin, ið var rímiliga stórur, vekk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald