
Dmitrij Peskov, talsmaður í Kreml, váttaði í morgun, at tað verður ein telefonfundur millum forsetarnar Vladimir Putin og Donald Trump í dag.
Trump hevur frammanundan boðað frá, at ætlaða samrøðan vónandi kann enda við, at Russland gongur við til eina vápnahvíld í krígnum móti Ukraina.
Sambært Trump skal samrøðan snúgva seg um mørk og um orkuframleiðslu. Peskov, hinvegi, vil ikki gera viðmerkingar til, hvat samrøðurnar fara at snúgva seg um, skrivar Reuters.
Telefonsamrøðan verður millum klokkan 13 og 15 í dag. Tað er millum kl. 9 og 11 í Washington og millum kl. 16 og 18 í Moskva.
Dmitrij Peskov hevur sagt, at teir báðir statsleiðararnir fara at tosa saman “so leingi tað verður hildið neyðugt”, og at Kreml fer at kunna miðlarnar um samrøðuna aftaná.
Frammanundan er greitt, at Ukraina hevur játtað at gera avtalu um vápnahvíld í 30 dagar, og fara undir samráðingar um at fáa ein enda á krígnum. Hetta kom fram í samrøðunum við USA herfyri, sum fóru fram í Saudiarabia. Men samstundis er eisini greitt, at viðurskiftini millum USA og Ukraina eru munandi kølnað eftir nógv umrøddu vitjanina hjá Zelenskij í Hvítu Húsunum í Washington herfyri, sum endaði nærmast í klandri.
Tað er eisini ein sannroynd, at russiskar herdeildir hava tikið seg nógv fram á hermótunum hesa seinastu tíðina. Serliga í russiska Kursk landslutinum, sum Ukraina hertók í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald