2021-11-21 16:55

Um eina viku, sunnudagin 28. november, verða jólatrøini í Hvalbiar kommunu tendrað.
Træið á Nesi verður tendrað klokkan 17, tæið á Skúlastykkinum í Hvalba verður tendrað klokkan 18, og klokkan 19 verður træið í Sandvík tendrað, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuna.
Á skránni verður horntónleikur við Tvøroyrar hornorkestri, jólamenninir koma á vitjan við pakkum til børnini, og bollar og heitt kakao verður at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald