Viaplay kunnger í dag fimm av kendu nøvnunum, sum vera við tá 22. umfar av Paradise Hotel kemur 1. januar.
Tvey av teimum eru serliga kend fyri okkum føroyingar. 26 ára gomlu Teresa Ovenberg úr Havn og Karl Weihe úr Sandavági.
Tað byrjar við níggju ókendum luttakarum, sum ikki hava luttikið í realitysjónvarpi áður. Síðani koma royndu luttakararnir inn so við og við.
Karl Weihe (Mynd: Viaplay)
Teresa Ovenberg hevur luttikið í fleiri realityrøðum áður, men hetta verður fyrstu ferð, at hon skal royna seg í taktiska og til tíðir dramatiska Paradise Hotel.
Sandavágsmaðurin er hinvegin royndur á økinum. Hetta er fjórðu ferð, at hann er í Mexico og luttekur. Fyrstu ferð var í norsku útgávuni, har hann kom inn rættiliga seint, men seinastu tvey umførini av donsku útgávuni hevur hann gjørt nógv um seg.
Upptøkurnar eru gjørdar í vár.
Teresa Ovenberg (Mynd: Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald