Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur boðað tinginum frá at hann sambært § 63 í tingskipanina frá í dag fer í farloyvi.
Næsti maður á Sjálvstýrislistanum er Jógvan Skorheim, men hann boðaði frá, at hann ikki kundi møta, og síðani verður tað triði maður á listanum, Terje B. Vestergaard, sum hevur tikið sæti á tingi fyri Kristin Michelsen í dag.
Terje B. Vestergaard fekk 116 atkvøður við løgtingsvalið í august, og í dag er fyrstu ferð, hann tekur sæti á tingi.
Terje er 46 ára gamal og búsitandi í Saltangará við konu og trimum børnum.
Hóast hetta er fyrstu ferð, hann tekur sæti á tingi, er hann ikki ókendur við politiskt arbeiði. Hann hevur í 8 ár verið uppí í kommunalpolitiskum arbeiði, og er varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald