Innanlands

Terje B. Vestergaard spyr um ljóð- og luftdálking

Terje B. Vestergaard hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvismálum, fyrispurning

Terje B. Vestergaard (Myns: Sverri Egholm)

Terje B. Vestergaard (Myns: Sverri Egholm)

2019-11-15 19:18 Author image
Innsent
placeholder

Terje B. Vestergaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, spyr landsstýrismannin í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, um ljóð- og luftdálking fram við føroysku havnunum.

Fyrispurningurin skal svarast skrivliga eftir TS § 52a, og er soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri Tingið viðvíkjandi ljóð- og luftdálking?

2. Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær eitt slíkt uppskot fyri t.d. kommunurnar?

3. Nær kann tað hugsast at eitt slíkt uppskot verður klárt at leggja fyri Føroya Løgting?

Viðmerkingar

Ljóð- og luftdálking frá havnaløgunum og skipum hevur verið meira og meira umrødd millum fólk, og tey hava tikið seg saman at stovna eitt felag, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at lóggivið verður soleiðis, at Føroyar gera sum grannalondini og áseta krøv til dálking frá skipum.

Í 2017 segði landsstýriskvinnan í undanfarnu samgongu, at um kommunurnar ikki seta hámarksvirðið fyri óljóð og dálking frá skipum, so mátti landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálaráðnum seta átøk í verk, fyri at verja borgaran. Hetta var eisini endurtikið í 2018.

Tað má metast rímiligt, at ásetingar fyri óljóð og dálking frá skipum verða eins fyri allar kommunur í landinum, sum vara av havnunum.

Hetta er orsøkin til hendan spurning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder