
Javnaðarflokkurin hevur leitað sær heilt niður á 16. pláss á listanum eftir løgtingsvalið 8. desember 2022 at finna eykafólk at koma á ting.
Til dagligt eru tað valevnini á 11., 12. og 13. plássi, ávikavist Kristianna Winther Poulsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus, ið sita sum eykafólk fyri landsstýrisfólkini hjá flokkinum.
Tá Ingilín D. Strøm herfyri bað um farloyvi fram til endan av hesum mánaðinum, tók valevnið á 15. plássi, Magna Eliana Mørkøre, sætið á tingi fyri hana.
Orsøkin til, at valevnið á 14. plássi, Birita Matras Petersen, ikki tók við sætið er, at hon nýliga hevur fingið starv í tíðindadeildini hjá Kringvarpi Føroya, og tí hevur sagt henda møguleikan frá sær.
Tá Hans Jacob Thomsen so á tingfundinum í gjár hevði sent umbøn um at fáa eykafólk inn fyri seg, tí honum barst undan at røkja tingarbeiðið hesa vikuna, var leitað niður á 16. pláss eftir eykafólkinum.
Hetta var fyrstu ferð, at fuglfirðingurin, Terji Beder, situr í Løgtinginum. Hann er 33 ár, arbeiðir í Barna- og undirvísingarmálaráðnum og býr í Havn. Terji fekk 145 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.
Tingfundur byrjar klokkan 10 í dag. Tríggjar 2. viðgerðir og seks 1. viðgerðir eru á skránni, m.a. uppskotini um at byggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík .
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald