Innanlands

Terji Petersen nýggjur fíggjarleiðari í Nes kommunu

Terji Petersen, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur og seinastu árini hevur starvast í Tryggingareftirlitinum, byrjar í nýggja starvinum hjá Nes kommunu 15. apríl

(Mynd: nes.fo)

(Mynd: nes.fo)

2024-03-11 12:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at seta Terja Petersen til nýggjan fíggjarleiðara, boðar kommunan frá á heimasíðu síni.

Terji Petersen er ættaður úr Klaksvík, men býr í Hoyvik og er 46 ár. Hann hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur, og hevur seinastu árini starvast í Tryggingareftirlitinum.

Eisini hevur hann drúgvar starvsroyndir úr Fíggjarmálaráðnum, har hann starvaðist í árunum 2006-2013, áðrenn hann tók við sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann arbeiddi í árunum 2013-18.

Terji Petersen byrjar í nýggja starvinum hjá Nes kommunu 15. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder