Innanlands

Ternan á beding eftir páskir

Frá 19. apríl og uml. tríggjar vikur fram verður Ternan á beding, og fer Erla Kongsdóttir at sigla á nólsoyarleiðini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-04 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 19. apríl fer Ternan á beding.

Tað skrivar Strandferðslan, sum metir, at Ternan verður á beding í uml. tríggjar vikur.

Meðan Ternan er á beding verður Erla Kongsdóttir sett í sigling á nólsoyarleiðini, og verður ferðaætlanin tann sama.

Týsmorgunin 19. apríl siglur Ternan fyrstu túrarnir av Havnini klokkan 06.45 og klokkan 07.45 og úr Nólsoy klokkan 07.15 og 08.15. Síðani tekur Erla Kongsdóttir yvir, og verður fyrsta fráferðin hjá henni av Havnini klokkan 12.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder