Innanlands

Ternan á beding í morgin

Siglir fyrstu túrarnar í morginárini, men síðani tekur Erla Kongsdóttir yvir

Ternan (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Ternan (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-18 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Erla Kongsdóttir fer næstu tíðina at røkja nólsoyarleiðina. Ternan fer á beding, væntað verður at arbeiðið fer at taka umleið tríggjar vikur.

Erla Kongsdóttir verður sett í sigling á leið 90 og siglt verður smbært ferðaætlan fyri leið 90. Tað vil siga, at ferðaætlanin hjá Erlu Kongsdóttir og Ternuni er tann sama. 

Týsmorgunin 19. apríl siglur Ternan fyrstu túrarnir av Havnini kl. 06:45 og kl. 07:45 og úr Nólsoy kl. 07:15 og kl. 08:15, og síðani tekur Erla Kongsdóttir yvir og fyrsta fráferðin av Havnini verður kl. 12:30.

Sam røkir farmasiglingina á leiðini, og túrar verða gjørdir hósdagar. Sam siglir av Havnini hósdagar kl. 11:00 og úr Nólsoy kl. 12:00. Fyritøkur, ið skulu hava størri akfør flutt við Sam verða biðin um at seta seg í samband við Samferðsludeildina hjá Strandfaraskipum Landsins.

Matvøra og annað stykkjagóðs verður flutt við Erlu Kongsdóttir. Móttøka av farmi og stykkjagóðsi er í Pakkhúsinum í Havnini. 

[object Object]Erla Kongsdóttir fer næstu tríggjar vikrunar at røkja leiðina millum Nólsoy og Havnina (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder