Innanlands

Ternan aftur í sigling

Eftir at strandfaraskipið bar við land í Nólsoy seint seinnapartin, er skipið klárt at fara í sigling aftur. Siglt verður av Havnini klokkan 22

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2022-04-04 20:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 22 fer Ternan í sigling aftur, eftir fyrr í dag at hava borið við sandbotn í havnarlagnum í Nólsoy.

Talan var um ein menniskjansligan feil, sum gjørdi at óhappið hendi, greiddi Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, frá í útvarpinum í kvøld.

Ternan stóð føst í sandbotninum, og tí vóru bilarnir, sum stóðu á dekkinum fluttir longur aftur í skipið. Tað var nokk til at fáa skipið leyst aftur.

Kavarar hava verið niðri og kannað botnin, og nú er skipið klárt at fara í sigling aftur. 

Siglt verður av Havnini klokkan 22 og úr Nólsoy klokkan 22:25, boðar Strandferðslan frá.

Umleið 60 fólk vóru við ternuni hendan túrin seinnapartin tá óhappið hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder