Innanlands

Ternan aftur í sigling seinnapartin

Hav ferðafólk, sum vóru við túrin tá Ternan rendi á bryggjukantin, tørv á sálarfrøðingi, ber til at venda sær til Strandferðsluna. Landgongdin í Havn fekk skaða av stoytinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-28 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 11 tíðina fyrrapartin var eitt øgilig buldur á Eystaru bryggju í Havn. Ternan rendi á bryggjukantin og tók í tann partin av landgongdina, sum ferðafólk frá Smyril brúka.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Strandfaraskipið var á veg til bryggju úr Nólsoy, og ferðafólk sum vóru við fingu ein hvøkk. Boðað verður frá, at tey ferðafólk sum vóru við hendan túrin, og hava tørv á at tosa við sálarfrøðing, kunnu venda sær til Strandferðsluna.

Ternan hevur ligið við bryggju í Havn síðan hendingina, meðan skaðin hevur verið kannaður. Men nú klokkan 15 byrjar skipið aftur í sigling, og farið verður úr Nólsoy kl. 15:25. Síðani verður siglt sambært ferðaætlanini restina av degnum.

Ávirkar Suðuroyarleiðina
Hendingin ávirkar eisini Suðuoyrarleiðina. Tí landgongdin, sum ferðafólk frá Smyrli brúka, er fekk skaða av stoytinum, og er fyribils óvirkin.

Strandferðslan heitir á ferðafólk at ferðast eftir bildekkinum tá farið verður í land ella umborð á Smyril í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder