Innanlands

Ternan er aftur í sigling

Nólsoyarleiðin hevur seinastu tíðina verið rakt av, at Ternan hevur verið á beding

Ternan á beding - Mynd: SSL

Ternan á beding - Mynd: SSL

2019-07-24 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani fór Ternan á beding orsaka av einum leka - eitt hol kom á botnin. Hetta var aðru ferð í ár, at Ternan var á beding.

Fyrst tók Spógvin yvir á Nólsoyarleiðini, og tveir dagar seinni kom Sildberin at sigla. Hetta hevði eisini við sær, at Teistin fyrst røkti siglingina hjá Spógvanum út í Hest og síðani hjá Sildberanum út til Skúvoyar.

Nú er alt komið í rættlag aftur. Teistin er liðugur á beding, og siglur sum vanligt aftur ímillum Havnina og Nólsoynna. 

Jóhan Petur Abrahamsen rakstrarleiðari hjá SSL sigur, at tað hevur gingið væl seianstu vikuna, hóast summi fólka hava staðið eftir einstakar túrar. Summi fólk í Nólsoynni hava verið ónøgd við, at ov nógv fólk hava staðið eftir í samband við túrar, og at farmaflutningurin ikki hevur verið nøktandi. Hetta skrivar in.fo millum annað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder