2020-10-20 18:00
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í morgun sigldi Ternan tveir túrar á Nólsoyarleiðuni, áðrenn ferjan varð avloyst av Jósup, sum fer at røkja at siglingina á nólsoyarleiðini. Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, verður hon sett í sigling.
Ternan liggur nú á Klaksvíkar Sleipistøð. Hon skal til 40-ára klassing, og mett verður, at arbeiðið fer at taka um níggju vikur. Tískil byrjaði dokkingin á middegi í dag, soleiðis at Ternan verður klár at røkja siglingina á nólsoyarleiðini fyri jól, skrivar ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald