Innanlands

Ternan farin á land

Strandfaraskipið Ternan fór fyri løtu síðani á land í Skopun

2021-05-29 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ternan, sum í hesum døgum avloysir Teistan á Sandoyarleiðini, rendi á land fyri løtu síðani.

Tað var tá Ternan kom av Gomlurætt, og skuldi sigla inn í Skopunar havn, at strandfaraskipið rendi á land. Júst hví, er ikki greitt í løtuni.

Ferðafólk eru umborð.

Strandferðslan boðar frá, at eingin sigling er á sandoyarleiðini fyribils, og sigur, at nærri kunning um siglingina kemur seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder