
Seinnapartin var strandfaraskipið Ternan langt um leingi flotað aftur eftir eina langa umvæling á Klaksvíkar Sleipistøð.
Tað er nú meira enn hálvt ár síðan, at Ternan varð tikin upp á Klaksvíkar Sleipistøð til 40 ára klassingar.
Men tað vísti seg, at umvælingarnar gjørdust meira umfatandi enn fyrst ætlað. So hvørt sum arbeiðið leið, gjørdist greitt, at meira skuldi gerast við skipið fyri at tað framhaldandi kann brúkast til ferðafólkaflutning.
Stórur partur av stálinum í skrokkinum er skiftur út, og eisini fleiri av skipanunum umborð.
Tí skal Ternan nú royndarsiglast áðrenn hon kann setast innaftur í rutusigling til Nólsoyar, og sum avloysari á øðrum leiðum, eitt nú millum Gomlurætt og Skopun. Eftir ætlan byrjar hon siglingina til Nólsoyar aftur um vikuskiftið.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald