Innanlands

Ternan siglir fleiri eykatúrar um vikuskiftið

Í sambandi við Ovastevnuna í Nólsoy verða broytingar í ferðaætlanini leygardagin og sunnudagin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-13 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Ovastevnuna, sum verður í Nólsoy um vikuskiftið, siglir Ternan nógvar eykatúrar millum Havnina og Nólsoynna leygardagin og sunnudagin.

Klokkan átta í morgun byrjaði forsølan av ferðaseðlum eisini á Farstøðini í Havn, og heldur hon fram til klokkan 16. 

Ferðaseðil fæst annars til keyps á bryggjuni í Havn og Nólsoy, og er galdandi fyri ferð báðar vegir, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.

Ferðaætlanin fyri vikuskiftið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder