2022-01-12 14:33

Nógvi vindurin darvar samferðsluni aftur hesa vikuna. Í dag eru tað mest á Bygdaleiðum, men Hasfjord siglur ikki um Skopunarfjørð, og Ternan hevur eisini ligið í dag.
Tað verður tó siglt einaferð aftur og fram um Nólsoyarfjørð. Siglingin skuldi byrja aftur klokkan 16.20 av Havnini, men hetta er nú broytt - vegna veðrið - og siglt verður av Havnini klokkan 18 og síðani úr Nólsoy 18.25.
Strandferðslan boðar frá hesum á heimasíðu sínari, har fult yvirlit yvir avlýsingar og broytingar á ymsu leiðunum kann síggjast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald