Innanlands

Ternan skal fyribils avloysa Teistan

Orsøkin er, at Teistin nú skal á beding. Ternan skal vera avloysari á leiðini um Skopunarfjørð í tvær ella tríggjar vikur. Hetta skrivar Kringvarpið

Ternan, her á beding í Klaksvík í fjør, er nú aftur liðug á beding, men skal sigla um Skopunarfjørð fyribils (Mynd: Sverri Egholm)

Ternan, her á beding í Klaksvík í fjør, er nú aftur liðug á beding, men skal sigla um Skopunarfjørð fyribils (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-05 16:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19. apríl fór Ternan á beding. Mett varð, at arbeiðið fer at taka umleið tríggjar vikur, og hetta helt - í gjár varð Ternan flotað aftur, sambært Kringvarpinum.

Tað er í næstu viku, at Ternan fer aftur í sigling - tó ikki á Nólsoyarleiðini. Hetta skrivar á kvf.fo.

Nú er tað Teistin, ið eigur tørn á beding, og Ternan skal sigla í hansara stað á Skopunarleiðini í tvær ella tríggjar vikur.

Hetta merkir, at Erla Kongsdóttir fer at halda fram at røkja Nólsoyarleiðina.

Ternan fekk skaða, tá hon fór á land í Nólsoy fyri einum mánaði síðani. Óvist er, júst hvat skal gerast við Teistan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder