
Tá Ternan fór til 40-ára klassing í fyrra helmingi av oktober í fjør, varð mett at arbeiðið fór at taka níggju vikur, og at Ternan aftur kundi fara í sigling á Nólsoyarleiðuni áðrenn jól.
Men arbeiði á Klaksvíkar Sleipistøð hevur tikið nógv longur enn væntað. Orsøkin er, at nógv meira er at gera við skipið, enn upprunaliga varð hildið. Hetta sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, í samrøðu við Kringvarpið.
Sambært honum er skipið er í ringum standi, og Ternan fer ikki aftur í sigling fyrr enn um hálvan mars.
Hoyr alla samrøðuna her
Siglingin á Nólsoyarleiðini hevur verið óstøðugi longri tíð. Seinastu tíðina hevur avloysaraskipið Erla Kongsdóttir røkt siglingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald