Innanlands

Tesfaye í Tinganesi

Danski løgmálaráðharrin verður eisini við á fundinum í samstarvsráðnum seinnapartin

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

2022-06-09 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevði seinnapartin í gjár fund við nýggja danska løgmálaráðharran Mattias Tesfaye.

Løgmaður og Tesfaye umrøddu millum annað ætlanirnr um at byggja nýtt fongsul í Føroyum. Løgmaður takkaði fyri, at danska stjórnin nú fer undir arbeiðið at byggja nýtt fongsul. Løgmaður vísti somuleiðis á, at tørvurin er stórur, og at eitt nýtt fongsul leingi hevði verið eitt breitt politiskt ynski úr Føroyum.

Somuleiðis takkaði løgmaður fyri góða samstarvið, ið er millum Løgmansskrivstovuna og Justitsministeriet um lógarmál.

Mattias Tesfaye og løgmaður hittast aftur í dag til fundin í samstarvsráðnum, har eisini fleiri aðrir ráðharrar eru við, skrivar løgmansskrivstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder