Mentan

Teskandi Varðar í Havnar kirkju

Leygardagin 31. juli verður matiné í Havnar kirkju, har duoin hjá Rógva á Rógvu og Kim Kristensen fara at spæla

2021-07-28 19:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 31. juli verður aftur matiné í Havnar kirkju. Tá fer duoin Teskandi varðar, Rógvi á Rógvu, og Kim Kristensen, at spæla í Havnar kirkju.

Báðir tónleikararnir hava spælt í nógvum ymiskum genrum og í fleiri ár spælt saman í bólkinum Alda Magna og sum duet við teirra litfagra, abstrakta elektroakustiska, improviseraða tónleiki, har tað verður spælt á nógv ymiskljóðføri. Duoin hevur millum annað spælt nógvar grottukonsertir og gevur skjótt út eina nýggja fløgu.

Rógvi á Rógvu spælir á slagtoy, trummur og ymisk elektronisk ljóðføri
Kim Kristensen spælir synthesizara, klaver, floytur og ymisk elektronisk ljóðføri.

Matinéin verður klokkan 11.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder