Stendur tað til føroyska veljaran, so skal tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin í Sandoynni ikki vera í Djúpadali, sum tunnilsfelagið annars ætlar.
Næstan helmingurin av teimum, ið ynskja tunnil, mælir til at finna eitt stað, har verkætlanin ikki ger seg inn á náttúruna heima á Sandi.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin/BlaðiðVikuskifti í farnu viku, settu vit henda spurningin: “Hvar heldur tú, at tunnilsmunnin í Sandoynni skal vera?” Sigast skal tó, at spurningurin einans varð settur teimum, sum halda, at Suðuroyartunnilin skal gerast, antin beinanvegin ella seinni.
Sí: Undirtøka fyri Suðuroyartunnlinum
Bert 22 prosent av teimum spurdu halda, at tunnilsmunnin skal vera í Djúpadali, meðan 47 prosent svaraðu “norðan fyri húsini í Sands bygd”, sum vit orðaðu tann alternativa møguleikan í hesum føri.
31 prosent – næstan triðji hvør – svaraðu “veit ikki”.
Smá landafrøðilig og politisk frábrigdi
Vit hava eisini hugt eftir politiska tilknýtinum í mun til svarini, og kunnu her staðfesta, at í øllum flokkinum er stórur meiriluti fyri at flyta tunnilsmunnan norður um Sands bygd, tó mest í Sambandsflokkinum (52 prosent) og Tjóðveldi (51).
Eisini í Framsókn og Miðflokkinum mælti væl yvir helmingurin av teimum spurdu at leggja tunnilsmunnan norðanfyri. Fyri teir smáu flokkarar er óvissan tó stór í slíkum kanningum, tí tá verður arbeitt við einum so lítlum tali av spurdum.
Hóast tað eru flest í Sambandsflokkinum, sum svara ‘norðan fyri Sands bygd’, so er tað eisini flest í Sambandsflokkinum (28 prosent) sum halda at munnin skal vera í Djúpadali. Orsøkin til hetta fyribrigdi skal finnast í, at tað eru lutfalsliga fá í Sambandsflokkinum, sum hava svara, at tey ikki vita.
Vit hava eisini hugt eftir hvat veljararnir í teimum ymsu økjunum í Føroyum hava svarað. Tað er í hesi kanningini ein vansi, at Suðuroyggin og Sandoyggin verða taldar saman í kanningini, tí tað kann hugsast at sandoyafólk og suðringar hava ymisk áhugamál: Sandoyingar ynska kanska at verkætlanin skal órógva náttúruna í oynni minst møguligt, meðan suðringar møguliga hugsa, at tunnilin helst ikki skal vera longri enn neyðugt.
Her sæst, at tey, ið búgva longst burtur frá komandi Suðuroyartunnlinum ivast mest, ella hava minst áhuga í spurninginum, tí 48 prosent av veljarunum í Norðoyggjum svara ‘veit ikki’.
Í Vágum/Norðstreymoy og Sandoy/Suðuroy svara yvir helmingurin, ávikavist 52 og 51 prosent, at tunnilsmunnin skal vera norðan fyri bygdina. Í høvuðsstaðarøkinum eru tað 49 prosent, í Eysturoy 42 og í Norðoyggjum 34 prosent, sum svara ‘norðan fyri bygdina’.
Kanningin vísir eisini, at tað eru nógv meira kvinnur enn menn, sum ivast – ávikavist 44 og 21 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald