Innanlands

Testa alt ov nógv óneyðugt

Talið á testum verður minkað framyvir. Tað ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, at syrgja fyri

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-26 09:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum tekur undir við samgongulimunum í fíggjarnevndini, sum halda, at koronukanningarnar eru ov dýrar.

Løgtingið játtaði í gjár 12 milliónir krónur afturat til hesar kanningarnar.

Og stendur tað til landsstýrismannin, fara færri kanningar at verða gjørdar í Føroyum. Færri óneyðugar kanningar í øllum førum.

- Fíggjarnevndin spurdi meg hvat eg helt um mongdina av testum sum verða gjørdar í Føroyum. Eg helt at vit testaðu alt ov nógv óneyðugt, men eg metti meg ikki hava nakra heimild at seta avmarkingar á, uttan áheitan frá løgtinginum, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í morgun.

Landsstýrismaðurin hevur fingið áheitan frá samgongulimunum í fíggjarnevndini um at gera eina vegleiðing um kanningarnar, fyri at fora fyri at óneyðugar kanningar verða gjørdar, og fyri at avmarka útreiðslurnar hjá landskassanum til hetta.

- Eg havi nú fingið áheitan at gera eina vegleiðing um mongdir av testum. Tað ætli eg mær at gera. So nú verður talið av testum minkað framyvir, tað ætli eg mær at syrgja fyri, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder