Uttanlands

Testamentið hjá Philip prinsi haldast loyniligt í 90 ár

Í Stórabretlandi, har testamenti eru almenn, hevur ein dómsstólur avgjørt, at testamentið hjá prinsinum, sum andaðist í vár, verður hildið loyniligt næstu 90 árini

Philip prinsur andaðist í apríl, 99 ára gamal (Mynd: EPA)

Philip prinsur andaðist í apríl, 99 ára gamal (Mynd: EPA)

2021-09-18 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Stórabretlandi eru testamenti tøk hjá almenninginum, men hetta verður ikki galdandi fyri kongshúsið, hevur ein dómsstólur í London avgjørt.

Testamentið hjá Philip prinsi, sála, verður framvegis loyniligt tey næstu 90 árini fyri at verja privatlívið hjá bretska kongshúsinum.

Avgerðin hjá dómsstólinum samsvarar við einari lóg frá 1910 um kongalig testamenti, og metir dómsstólurin, at privatlívið hjá drotningini og nærmasta familja hennara eigur at verða vart.

Testamentið hjá prinsinum verður goymt á einum loyniligum staði, skrivar Ritzau.

Philip prinsur andaðist í apríl, 99 ára gamal. Hann og Elizabeth drotning vóru gift í sjey áratíggju. Jarðarferðin varð hildin á St. Georges kapel á Windsor slottinum. Bert 30 persónur luttóku vegna koronaavmarkingar.

Philip prinsur, sum hevði fylt 100 ár í juni, hevði verið sjúkur í longri tíð, og 16. februar varð hann innlagdur á sjúkrahús, har hann varð verandi í yvir ein mánað. Har fekk hann m.a. viðgerð fyri hjartatrupulleikar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder