Uttanlands

Texas rakt av ógvusligum kulda: Biden lýst statin sum kreppuøki

Fleiri eru uttan streym og vatn, og tey, sum hava streym standa nú við risastórum elrokningum

Austin, Texas (Mynd: The Texas Tribune)

Austin, Texas (Mynd: The Texas Tribune)

2021-02-21 12:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur lýst statin Texas sum eitt kreppuøki, av tí at staturin í løtuni er raktur av umfatandi streymsliti og trupulleikum við vatnveitingini orsakað av óvanliga hørðum vetrarveðri.

At amerikanski suðurstaturin varð raktur av kulda og kava, sum ikki er vanligt í økinum, hevur elvt til stórar trupulleikar. Fleiri mió. fólk vóru brádliga uttan streym og vatn.

Avgerðin hjá Biden hevur við sær, at fólk í Texas nú kunnu fáa fíggjarligan stuðul til eitt nú fyribils bústaðir, bílig lán, ella til at bøta um húsaskaðar.

Uml. 70 persónar hava latið lív í kuldanum, og fleiri kuldamet eru eisini sett seinastu tíðina. Í Texas hava tey, sambært Berlingske, upplivað kulda niður í 20 kuldastig í eini tíð, har tey annars plaga at hava 15 hitastig.

Støðan í Texas hevur skapt øsing, og nógv hava staðið leingi og bíðað eftir at fáa vatn. Eisini máttu sjúkrahúsini koyra uppá streym frá generatorum, men fleiri teirra hava síðani fingið streym og vatn aftur.

Standa eftir við risastórum elrokningum

Tað vóru ikki øll í Texas, sum mistu streymin, men av teimum, sum sluppu undan, standa nú fleiri við einari risaelrokning á meira enn 10.000 dollarar (meira enn 60.000 í okkara krónum).

Orsøkin til hetta er, at summi ikki hava eitt fast elgjald, men at tey í staðin gjalda tann skiftandi heilsøluprísin. Hesin prísurin vaks brádliga orsakað av kalda veðrinum, sum eisini ávirkaði elveitingina. Sambært Financial Times var í tíðarskeiðum talan um ein vøkstur á 10.000 prosent.

Greg Abbott, guvernørur í Texas sigur, sambært Ritzau, at hann fer at royna at finna eina loysn.

Tað kann ikki góðtakast, at íbúgvar í Texas, sum í fleiri dagar hava verið raktir av ógvusligum kulda og hava verið uttan el og hita, brádliga verða raktir av ov høgum elprísum, sigur hann.

Enn er tó ikki greitt, hvussu guvernørurin ætlar sær at fáa loyst trupulleikan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder