Uttanlands

Texas: Talið á nýggjum smittutilburðum methøgt

Fleiri enn 8.000 tilburðir eru staðfestir í amerikanska statinum seinasta samdøgrið, og tí hevur guvernørurin aftur sett tiltøk í verk fyri at minka um smittuspjaðingina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-03 13:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í amerikanska statinum Texas hevur guvernørurin, Greg Abbot, nú givið boð um, at allir borgarar í sýslum, sum hava fleiri enn 20 smittutilburðir, skulu vera í andlitsmasku, tá tey ferðast úti í almenna rúminum.

– Vit kunnu framhaldandi hava opið í handlum okkara og hava gongd á búskapinum, so borgarar kunnu forvinna sær løn. Men tað krevur, at øll gera sítt fyri at verja hvønnannan, sigur guvernørurin.

Nú er heldur ikki loyvt at savnast fleiri enn tíggju fólk, og fólk skulu halda tvær metrar frástøðu.

Hesi boðini komu í gjár, fáar dagar undan 4. juli, ið er tjóðardagurin í USA. Seinastu dagarnar er talið á smittutilburðum í statinum økt nógv.

Texas er ein av fleiri statum, sum aftur hevur sett tiltøk í verk fyri at minka um smittuspjaðingina.

Seinasta samdøgrið eru 8.076 nýggir tilburðir staðfestir. Tilsamans hevur Texas staðfest fleiri enn 175.000 tilburðir og 2.503 andlát.

Tilsamans eru 2,8 mió. tilburðir skrásettir í USA, sum eisini er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronasmittuni. Landið hevur eisini skrásett 131.000 andlát í sambandi við smittuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder