2019-10-24 14:02
Í gjár vóru 39 lík funnin í einum lastbili nærhendis London.
Bretskir miðlar skriva í dag, at talan var um kinesiskar statsborgarar. Harav vóru 31 menn og átta kvinnur. Øll uttan ein vóru vaksin; ein var tannáringur. Greitt er ikki, hví ella hvussu tey eru deyð og eru endað í hesum lastbilinum.
Upprunaliga varð hildið, at talan var um bulgarar, ið vildu koma inn í Bretland, áðrenn Brexit kom ígjøgnum. Lastibilaførarin er fongslaður. Talan er um
ein 25 ára gamlan norðuríra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald