Innanlands

Tey fingu riddarakrossin

(Rættað) Løgmaður, trý listafólk, fyrrverandi umboðsmaður løgtingsins og landslæknin vóðru heiðrað tá drotningin vitjaði í Føroyum

Frá vinstru Bárður á Steig Nielsen, Eivør Pálsdóttir, hennara hátign Margreta drotning, Sólja í Ólavsstovu, Lars Fodgaard Møller og Edward Fuglø

Frá vinstru Bárður á Steig Nielsen, Eivør Pálsdóttir, hennara hátign Margreta drotning, Sólja í Ólavsstovu, Lars Fodgaard Møller og Edward Fuglø

2021-08-10 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Margreta drotning í farna mánaði var á almennari vitjan í Føroyum, heiðraði hon eisini – sum siður er – nøkrum fólkum við riddarakrossi.

Fleiri føroyskir miðlar hava longu kunngjørt hvørji fingu krossin, men enn er almenna fráboðanin ikki komin frá Kongshúsinum, og nøvnini á teimum, ið vórðu bringuprýdd á hesum sinni eru heldur ikki enn kunngjørd á almenna listanum yvir móttakarar av heiðurinum 

Men nú hevur ein av móttakarunum, Eivør Pálsdóttir, víst myndir á sosialu miðlunum av hendingini, tá drotningin prýddi hana við riddarakrossinum. 

[object Object]

Tey, ið fingu Riddarakrossin á hesum sinni vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Sólja í Ólavsstovu, fyrrv. Løgtingsins Umboðsmaður, Lars Fodgaard Møller, landslækni, myndlistamaðurin Edward Fuglø, sangarinnan Eivør Pálsdóttir og sangarin Teitur Lassen, sum ikki var heima meðan drotningin var her, og tí ikki við á felagsmyndini saman við drotningini.

(Grein rættað kl. 12.04. Teitur Lassen lagdur aftur at listanum yvir tey, ið fingu/fáa riddarakross)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder