Innanlands

Tey flestu fáa triðja prikið

Nú eru 38.029 fólk koppsett tværferðir, svarandi til 71,1 prosent av fólkatalinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-04 10:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Av teimum 272 fólkunum, sum, sambært corona.fo, vórðu koppsett í gjár, vóru 204 fólk, sum vórðu koppsett á triðja sinni.

Av hinum 68 fólkunum, sum vórðu koppsett í gjár, vóru tað 45, ið fingu fyrra prikið og 23 fingu seinna.

Nú hava 38.029 fólk fingið tvey prik og eru harvið fult koppsett. Tað svarar til 71,1 prosent av samlaða fólkatalinum – 85,2 prosent av teimum, ið eru 12 ár og eldri.

Tilsamans eru nú 79.955 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder